Veggjalús

Veggjalús

Cimex lectularius

Veggjalúsin er óynsktur gestur hjá øllum. Hon goymir seg sum oftast undir songini, og er aktiv um náttina. Tekin uppá veggjalús er skriði og útslett, tó at øll ikki bróta út, verða tey bitin av veggjalús. Hon er ikki altíð løtt at sleppa av við, og tí er týdningarmikið at man veit hvat man ger, tá man byrjar at týna veggjalús. Til týning av veggjalús, verður brúkt bæði hiti, flótandi eitur og pulvur.

Veggjalúsin nørist skjótt, leggur egg uml. einaferð um vikuna. Tí er umráðandi at fáa bilbukt við trupulleikan beinan vegin.

Tað verður frárátt at spræna evnir sum fáast í hondkeyp. Hesi eru ofta so mikið veik, at veggjalúsin gerst enn meira mótstøðufør, og verður tí verri at basa. Hetta kann hava við sær, at neyðugt er við fleiri viðgerðum. Longri tekur tí at sleppa av við veggjalúsina, umframt at hetta í síðsta enda verður dýrari.

Hvat kunnu tit sjálvi gera?

Er illgruni um veggjalús, er alneyðugt at bera skjótt at. Øll klæðir, seingjaklæðir, dýnur og koddar skulu vaskast ella frystast. Tað sum tolir 60 hitastig kann vaskast, meðan hitt skal frystast. Tað sum skal frystast, skal pakkast niður í plastikkposar. Týdningarmikið er at ikki koyra ov nógv í posarnar. Veggjalýsnar rýma undan kuldanum, og førka seg longur og longur inn. Tí skal kuldin inn á kjarnuna. Viðmælt verður at frysta posarnar í minst 7 samdøgur.

Tá hesi atlit eru tikin, koma okkara týnarar á staðið. Fyrst verður viðgjørt við heitum dampi. Lús og egg innihalda nógv protein, og tí stívna tey tá hitin kemur upp um 50C. Síðani verður viðgjørt vit eitri. Tá arbeitt verður við eitri, skal rúmið verða læst í minst 6 tímar eftir viðgerð. Eftir hetta kann rúmið nýtast sum vanligt.

 

Umleið 14 dagar eftir fyrstu viðgerð, verður endurviðgjørt við eitri. 

Hevur tú tørv á hjálp fyri at sleppa av við skaðadjór?