Mannagongd til viðgerð móti skeggkræ

  • Tá vit koma á bústaðin sum skal viðgerast, má verða frítt atkomuligt at behandla frammvið øllum gólvlistum, í øllum rúmum. Um listar ikki eru, so skulu vit kortini frammvið øllum veggjum, niðurmóti gólvinum. Sengur o.a sum standa á beinum, uppfrá, nýtist ikki at hálast útfrá.
  • Vit viðgera framvið, í øllum rúmum. Eisini kjallarum.
  • Skápið undir vaskinum skal verða atkomuligt, so vit sleppa til rør gjøgnumføringina til avløbið.
  • Eru innbygd  klædnaskáp, skal niðasta hyll (botnpláta) verða tóm.
  • Teppir, løbarir e.l sum liggur á gólvinum, skal rullast saman áðrenn viðgerin byrjar.
  • Eru væðingar/skunkar, skulu hesir verða atkomuligir at viðgera eisini.
  • Atgongd má verða til ovastaloft, um bústaðurin hevur ovastaloft. (Ovastaloft nýtist ikki at verða ruddiligt).
  • Er troldtekt loft, tekur viðgerin longri tíð. Kundin skal upplýsa um bústaðurin hevur troldtekt loft, og um tað eru meir enn 1 búeind í húsinum. Her verður hugsað um íbúðir.
  • Kundi skal eisini upplýsa, um hann hevur roynt hondkeypsevnir í bústaðnum sjálvur. Av tí at sama evni er í tí evni sum vit brúka (bara nógv sterkari dosis) So brúka vit onnur additiv enn tey ið eru í hondkeyps dunkum, so at immunitetur ikki ger seg galdandi.
  • Vit veita garanti fyri viðgerðini. Evnini vit brúka eru langtíðarvirkandi, men tað er ymiskt hvussu skjótt tað er til alt er burtur.
  • Um fólk hava roynt at spraya við evnum ið fáast til keyps í handlum, kann roknast við at tað tekur longri, til øll kykt eru burtur.
  • Um heilt nógv er til av kyktum, mugu hesi koma í samband við evnini, fyri at blíva ávirkað, og síðan hvørva. Um tey eru inniundir gólvi sum hava gólvhita, kann tað ganga ein tíð áðrenn alt er burtur.
  • Tað vanliga er, at kyktini hvørva skjótt. Tað er vanligt at síggja deyð og hálvdeyð kykt í eina tíð aftaná viðgerina. Um tit enn síggja kykt ið ikki tykjast at verða sløv/sein, tá 5 vikur eru gingnar, so siga tit frá. So gera vit tað/tey rúmini umaftur uppá garanti.
  • Øll evnini eru EU góðkend til professionelt brúk í bústøðum, flogførum, ferjum, matstovum, slaktaríum, ansingarstovnum, skúlum v.m
  • Ongin má verða inni ímeðan behandlað verður. Hetta, tí at evnini mugu todna áðrenn fólk kann fara inn aftur. Hetta er nakað sum við máling, at dampir kunnu standast frá til evni er todnað.
  • Vit byrja vanliga fyrrapart at viðgera, og kl 17.00 sama dag, kunnu øll fara innaftur sum vant. Man hvørki luktar ella merkir at vit hava verið á staðnum og viðgjørt.
Eru spurningar ella ivamál, kann ringjast á 517711 Má-Frí frá 09.00 til 16.00
 
Til ber eisini at senda teldupost til: heinimagnus@gmail.com

Hevur tú tørv á hjálp fyri at sleppa av við skeggkræ ella onnur skaðadjór?