Skeggkræ (bustsilvurfiskur)

Ctenolepisma longicaudata

 
Skegkræ – ella bustakykt, minnir um silvurfisk í útsjónd, men tey verða størri enn silvurfiskar, tá tey eru fullvaksin.
Skegkræ hava tann eginleikan, at tey kunnu ganga uppeftir veggjum, og uppi undir loftum. Tað klárar silvurfiskur ikki.
 
Silvurfiskar trìvast einamest í fuktigum umstøðum, sum til dømis á baðirúmum, durum og gangum, har vátir skógvar o.a verða sett.
 
Skegkræ hinvegin, trívast nærum allastaðni. Teir formera seg skjótari, og eru nógv meira harðførir enn silvurfiskar. Skegkræ dáma væl myrkur, og halda seg tískil mest til tey støð har ljós í stóran mun ikki sleppur til; eitt nú aftanfyri skuffur í køkum, undir sokklum, í wc sisternum, aftanfyri listar, á ovastaloftum, undir gólvum og inni í veggjum. Teir koma av og á út at leita sær føði, og kunnu tá síggjast á gólvi, veggi v.m
Teir eru altetandi. T.v.s at teir eta alt sum inniber bindievnir, so sum mjøl, glukosu, pappír, papp, lím – og enntá hár.
 
Skegkræ er eitt relativt nýtt slag av skaðadjóri, tí teir blivu uppdagaðir í Noreg í 2013. Síðan tá hava teir spjatt seg víða um, og eru nú so at siga dagligir gestir nógvastaðni um okkara leiðir, og teir formera seg skjótt.
 
Teir koma sum oftast av pappeskjum v.m sum vøra verður innflutt í. Alt frá hvítvørum, byggitilfari, bókum til leikur. Flytikassar úr pappi, eru eitt typiskt stað har teir krógva seg í. 
 
Stórir stovnar, so sum skúlar, barnagarðar, ítróttarhallir v.m har nógv fólk ferðast dagliga, og tilfar av ymsum slag verður borið inn, hava ofta skegkræ.
Um so hesir bygningar hava skegkræ, og fólk kemur við taskum, posum o.ø, kunnu teir skjótt koma í viðføri, og so tekur man tað heim við sær – og so formera teir seg víðari har.
Tá so fólk varnast hesi kyktini, verða tey ofta forveksla við silvurfiskar, og so brúka summi silvurfiskaspray, til at basa teimum. Trupuleikin er bara, at um man sprayar við silvurfiskaspray, har sum skegkræ eru, kunnu hesi lættliga gerast mótstøðufør (immun) fyri evninum, og so verður uppaftur torførari at koma teimum til lívs.
 
Tá man viðger móti skegkræ, má man viðgera allan bygningin, ella húsini.
 
Byrjað verður á ovastalofti, har viðgjørt verður við foggara (tokumaskinu) sum spjaðir mikropartiklar av pestocidum runt. Hesir partiklar seta seg á allar flatur, og eru virknir í upp til 6 mánaðir.
 
Síðani verða hinar hæddirnar viðgjørdar, rúm fyri rúm. Listar, gáttir, sprekkir, foyrir, undir sokklum, skápum og loftum.
 
Er kjallari, verður hesin eisini viðgjørdur. Okkara royndir eru, at best er at viðgera alt beinaveg, tí annars flytir man bara trupuleikan til tey umráðini, ið ikki eru viðgjørd.
 
Tað er sera ómakaleyst at fáa viðgerð frá okkum. Vit byrja vanliga fyrrapartar at viðgerða, og longu um nátturðatíð, sama dag, kunnu húsini trygt takast í brúk aftur.
Evnini ið brúkt verða, eru EU góðkend til professionelt brúk, til dagstovnar, sethús, matstovur, gistingarhús, hospitalir, sambýli, íbúðarbygningar osv.
 
Á myndini niðanfyri, síggjast silvurfiskur og skegkræ. Her sæst hvør munurin er á útsjóndini.
 
Eru spurningar ella ivamál, kann ringjast á 517711 Má-Frí frá 09.00 til 16.00
 
Til ber eisini at senda teldupost til: heinimagnus@gmail.com

Hevur tú tørv á hjálp fyri at sleppa av við skeggkræ ella onnur skaðadjór?