Silvurfiskur

Silvurfiskur

Sølvfisk / Lepisma saccharina

Eyðkenni við silvurfiskinum er at hann er silvurlittur, og fer eftir gólvinum við smáum, skinklutum rørslum. Rørslur ið minna um tá fiskar svimja. Alt eftir liviumstøðum, kunnu silvurfiskar liva úr 4 mánaðum til 3 ár. Hetta er munandi longri enn summi onnur skriðkykt.

Silvurfiskar eru nógvastaðni. Í skúlum, stovnum, heimum, arbeiđsplássum v.m Teir flyta seg skjótt, og hava tađ fyri at fara í taskur, posar o.a., sum síðani verður dragsað heim við. Fáa teir fastatøkur, er skjótt at teir nørast, og áðrenn tú veitst av, renna teir runt í skuffum og skápum.

Sleppa teir at nørast kunnu gerast ein sonn plága. Teimum dáma væl stívilsi og sellulosu, og kunnu tí gera skaða á tapet, málningar, bøkur o.l. Silvurfiskar yvirliva í flest øllum umhvørvi, men trívast serliga í rúmum við høgari luftfugtigheit, so sum í køki, baðirúmi, kjallara og ovastalofti.

Kunnu vit fyribyrgja silvurfiskum?

Tað er ringt at fyribyrgja seg 100% ímóti silvurfiski, men vit at taka tey røttu atlitini, ber til at avmarka spjaðingina. M.a. kunnu tit:

  • Lufta út fleiri ferðir um dagin. Hetta minkar um bæði dust og fukt

  • Lufta altíð út í baðirúminum, eftir at tit hava verið í bað

  • Lat vera vit at turka klæðir innandura

  • Tipp rivur í gólvi, veggi og aðrastaðni.

  • Er tapetið skrædnað, so syrg fyri at líma tað aftur

  • Minka um vatnnýtslu, í samband við reingerð

Vera hesi atlit tikin, minka tit um vandan fyri silvurfiskum. Verri liviumstøður gera eisini at ein viðgerð gerst munandi meira effektiv.

Hvussu sleppa vit av við silvurfiskar?

Teir kunnu verða truplir av sleppa av við, men við okkara vitan og amboðum, hava vit tað sum skal til, soleiðis at tit sleppa av við hesi skriðkykt.

Er talan um sethús í vanligari stødd, verður tað settur ein dagur av til arbeiði. Fólk ella húsdjór mugu ikki vera inni, meðan viðgerðin fer fram. Vit royna sum frægast at avgreiða arbeiði fyrrapart, soleiðis at húsini kunnu takast í brúk sum vanligt eftir arbeiðstíð. Byrjað verður á ovastalofti at sproyta eitur við einari tokumaskinu (foggara). Henda maskinan sprænir mikropartiklar út, sum festa seg allastaðni.

Síðani arbeiða vit okkum niðureftir. Har tað er møguligt, verða stikkkontaktir og avbrótarar tikin frá, og evni verða sproyta inn í veggirnar. Evnir verða sproytað fram við øllum listum og inn í øll hol og sprekkur. Serliga har sum rør ganga ígjøgnum.

Eftir at húsini eru viðgjørd, og 2-3 vikur fram, er ikki óvanligt at síggja fleiri silvurfiskar. Hetta er tí at teir rýma undan eitrinum. Men hesir eru ikki eins kvikir, og tað er eitt tekin um at teir eru ávirkaðir av eitri. Og tá gongur ikki long tíð, áðrenn teir doyggja. 

Í flestu førum er nokk við einari viðgerð, men um tit framhaldandi hava trupulleikar av silvurfiskum, fleiri vikur aftaná, koma vit at viðgera húsini einaferð afturat. Henda viðgerð er ókeypis.

Hevur tú tørv á hjálp fyri at sleppa av við silvurfiskar ella onnur skaðadjór?