Fýrur

Borebille / Anobium punctatum

Fýrur er lítlar klukkur/flugur, sum bora seg ígjøgnum timbur, og gera stóran skaða á konstruktiónir.

Í húsum ið hava fýr, sæst ofta deyður fýrur í vindeygakørmum. Fýrur livir inni í timbrinum sum ormvera, og borar seg gjøgnum timbrið. Tá ormveran er blivin klukka, flýgur hon ímóti ljósinum, tí hon skal para seg. Fýrur flýgur ímillum hús. Um so er at fýrur er í einum grannalag, er stórur kjansur fyri at hetta smittar yvir á onnur hús.

Fýrur er tað skaðadjórið, ið ger størstan skaða á hús og bygningar. Um húsini eru fongd við fýri, ávirkar hetta virðið á húsinum negativt. Fýrur borar seg ígjøgnum viðin, og hetta ger viðin veikari. Haldevnini í viðinum vikna munandi, og í summum førum er viðurin somikið viðtikin, at skaðin er óbótaligur. Tí er umráðandi at hava vakið eyga við sperrum, undirsløgum, sydl og berandi konstruktiónum annars – serliga tá hús skulu seljast/keypast.

Ofta verður sagt at fýrur kann bjálvast burtur. Hetta er ikki rætt. Hóast hitin fer upp, er hetta ikki nóg mikið til at sleppa av við fýr. Hetta kann gera at viðgerðin gerst dýrari, tí um viður skal viðgerast, má øll ull takast burtur aftur.

Tá vit týna fýr, nýta vit serligan lút, ið ikki fæst í hondkeyp. Er viðurin illa viðtikin, kann vera neyðugt at slípa hann fyrst. Síðani vera nøkur hol borað í viðin, sum so verður mettaður við lútinum.

Hvørji atlit skulu tit taka?

Eingin skal vera í húsinum, meðan viðgerðin fer fram. Rúm ið eru viðgjørd, skulu avbyrgjast í tveir dagar eftir lokna viðgerð. Er talan um eitt nú ovastaloft, ber til at koma inn aftur í húsini sama dag.

Eisini er týdningarmikið at øll bjálving verður tikin burtur, fyri at vit sleppa framat viðinum. Sleppa vit ikki framat, kunnu vit ikki veita garanti fyri viðgerðini.

Hvat kostar ein viðgerð?

Tað er ymiskt, hvat ein slík viðgerð kostar. Tað ið er avgerandi, er m.a. hvat slag av viðið talan er um, hvussu stórt tað er, hvussu atkomuligt er tað og hvussu er við fuktinnihaldi. Tí krevst at vit koma á staðið, og gera eina støðumeting. Síðani kunnu vit geva óbindandi tilboð uppá týning av fýri, treytað av at viðurin ikki er oyðilagdur.

Tá viðgerðin er liðug, fáa tit eina váttan uppá arbeiði, sum samstundis er eitt garanti. Hetta er sera hent, eitt nú um húsini skulu seljast. Ognarmeklarar í Føroyum kenna til hesa váttan, og tí verður hon løgd við einari støðulýsing av ognini.

Kann fýrur fyribyrgjast?

Ja, fýrur kann fyribyrgjast. Er rúmið heitt og turt, minkar tað um vandan fyri at fýrur fær fastatøkur. Er tað ov turt (undir 10% fukt) livur fýrur ikki í viðinum.

Eisini er týdningarmikið at kanna møblar, og annað úr træ, áðrenn tað verður tikið inn í húsini. Ofta síggjast borihol á antikkum møblum, og tað er sum oftast talan um fýr. Men hol merkja ikki altíð at tað er aktivur fýrur í. Eru tit í iva, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Týdningarmikið er at sleppa av við fýrin, ÁÐRENN hann verður drigin inn í húsini.

Vit veita eisini fyribyrgjandi viðgerðir. Er fýrur staðfestur í grannalagnum, kann tað loysa seg at gera eina íløgu í einari fyribyrgjandi viðgerð. Hendan kostar ein brotpart av tí sum ein full viðgerð kostar.

Tað kann eisini vera hent at kanna timburið við jøvnum millumbili. Leita eftir smáum holum í sperrum og undirsløgum. Er skaðin hendur, kann hann minimerast, um hann verður uppdagaður í góðari tíð.

Men ein sannroynd er, at um eitt hús í grannalagnum hevur fýr, so er bara ein spurningur um tíð, til húsini rundanum eisini fáa fýr.

Hvussu veit eg, um fýrur er í húsunum? 

Mong seta seg í samband við okkum, fyri at kunna seg um hvussu man sær um fýrur er í húsunum, og hvussu man sær spor eftir fýri.

Hevur tú illgruna um fýr, kanst tú brúka henda tjekklista:

  • Eru smá hol í timbrinum, á stødd við rund smáseyma hol, so er ofta talan um fýr.
  • Síggja tit ljóst træstøv í gomlum spinnivevi í kjallara ella lofti, er hetta somuleiðis tekin uppá aktivan fýr.
  • Eru mongdir av træmjøli at síggja á ávísum støðum har timbur er uppi yvir, er hetta eisini greitt tekin uppá at húsini eru fongd við fýri.
  • Detta pettir av gólvbrettum ella undirsløgum tá ið eitthvørt hart (t.d kúbein, skrúvublað e.l) verður trýst ímóti, er hetta eisini tekin uppá at fýrur er í.

Ymiskt er hvussu leingi tað tekur hjá fýri at oyðileggja eini hús – men tað er umráðandi at fáa steðga fýrinum áðrenn ov seint er.

Hevur tú tørv á hjálp fyri at sleppa av við fýr ella onnur skaðadjór?