Stríðist tú við skaðadjór?

So kann Skaðadjóratænastan hjálpa tær!

TÆNASTUR

Privat

Viðgerð í privatum húsarhaldum fer fram í dagtímunum. Hetta fyri at ávirka húsarhaldið sum minst. Vanliga koma vit inn fyrrapart, fyri at húsini eru klár at taka í nýtslu sum vanligt, um kvøldið.

Virkir og stovnar

Á virkjum og stovnum taka vit atlit til alt virkisøki. Øll evnini vit brúka, eru góðkend at nýta í eitt nú matvøruframleiðslu. Eisini kunnu viðgerðirnar fara fram uttanfyri vanliga arbeiðstíð, fyri ikki at ávirka starvsfólk, brúkarar og framleiðslu.

Maritimar tænastur

Eins og húsarhald og virkir, kunnu skip og bátar fáa vitjan av skriðkyktum. Um neyðugt, kunnu vit mynstra við í nakrar dagar, fyri at fáa bilbukt viđ skaðadjórunum. Vit hava starvsfólk ið hava bláubók, sjófartsbók, IMO 80 og aðrar góðkenningar, ið krevjast fyri at mynstra við.

Vit hava..

Serútgerð

Øll okkara útgerð er serframleidd til skaðadjóratýning. Vit hava veitarar úr øllum heiminum, ið veita útgerð og evnir til skaðadjóratýnarar. Innflutningur av evnum er góðkendur av avvarandi mynduleikum.

Servitan

Okkara starvsfólk hava staðið ymisk skeið innan skaðadjóratýning. Hetta er tykkara trygd fyri at viðgerðirnar fara fram á rætta hátt, og at øll atlit vera tikin til fólk og húsdjór.

Vit veita..

Anonyma viðgerð

Skaðadjór eru ótespiligir gestir. Sjálvt um flest øll skaðadjór koma uttanifrá, eru nógv ið ikki vilja at onnur skulu vita at tey hava skaðadjór. Okkara bilar eru vanligir vørubilar, uttan búmerki. Øll okkara starvsfólk hava tagnarskyldu.

Garanti

Ymiskt er hvussu lætt tað er at sleppa av við skaðadjór. Onkuntíð krevst bara ein viðgerð, men í summum førum skulu fleiri viðgerðir til. Vit veita garanti uppá alt arbeiði vit gera. Verður trupulleikin ikki loystur, koma vit aftur og viðgera av nýggjum.
Í samband við týning av fýri, útvega vit eitt skrivligt garanti, sum er hent at hava eitt nú í samband við húsasølu.

Set teg í samband við okkum og fá eitt óbindandi tilboð!