Rotta og mús
Hevur tú sæð rottu, eigur tú at boða tínari kommunu frá skjótast gjørligt!
Bæði mús og rotta søkja sær skjól innandura. Og tað er umráðandi at koma teimum til lívs, áðrenn tær nørast, og gerast nógvar í tali. Vit hava loysnir uppá músatrupulleikar, og hava bæði fellur og styggjarar á goymslu.
Styggjarar virka á tann hátt, at teir senda ultraljóð á 42.000 Hz. Hetta ger at bæði mús og rotta halda seg burtur. Vit hava styggjarar sum egna seg til bæði uttan- og innandura brúk. Havast skal í huga, at hesi ljóð eisini ávirka onnur djór, so sum hundar og kettur.
Um tit sjálvi fara í holt við at leggja eitur ella fellur, mugu tit taka atlit til onnur djór. Ketta, hundur, fuglar v.m mugu ikki sleppa framat fellum og eitri.
Er talan um størri vinnubygningar, eitt nú goymslur, hava vit eisini styggjarar, ið eru egnaðir til hetta endamálið. Her bjóða vit eisini at hava eftirlit við bygningum. Ring ella skriva og hoyr nærri.